16 næmingar á várskeiðið 2017

Mánadagin byrjar várskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Og til hetta næsta skeiðið á Ítróttaháskúlanum eru 16 ung tilmeldaði.

Talan er um ung úr bæði Føroyum, Danmark og Íslandi, har tey úr Danmark fevna um bæði danir og “føroyingar”, sum hava búð í Danmark stóran part av lívinum.

Várskeiðið á Ítróttaháskúlanum byrjar mánadagin 16. januar og endar 16. juni.