Fyrsta vikan á várskeiðnum 2017

Fyrsta vikan á várskeiðnum í 2017 á Ítróttaháskúlanum er farin afturum og teir 15 næmingarnar hava fingið eina fantastiska byrjan á Ítróttaháskúlanum.

Tey 15 ungu, sum eru úr bæði Føroyum, Danmark og Íslandi, byrjaðu vikuna við at fara norður til Sandvíkar, har leiðin gekk út í Rituskor og síðani varð farið til gongu til Fámjins, har tey yvirnáttaðu. Og dagin eftir gekk leiðin til Vágs eftir bygdagøtuni úr Fámjins til Vágs.

Hesir báðu dagarnir vóru á tremur við spennandi avbjóðingum, sum bæði skuldu samansjóða tey ungu og geva teimum fyrsta inntrykk av Ítróttaháskúlanum.

Filmsbrotið niðanfyri er frá hesari fyrstu vikuni á Ítróttaháskúlanum.