Melda teg til Ítróttaháskúlan longu nú!

Hevur tú ein dreym um hálvár ella heilt ár við annarleiðis spennandi upplivingum og avbjóðingum, so er Ítróttaháskúlin í Suðuroy júst nakað fyri teg.


Ítróttaháskúlin í Suðuroy bjóðar fýra breytir: fótbólt, hondbólt, svimjing og adventure-breyt. -Og vit veita trygd fyri, at tú fær eitt upplivilsi fyri lívið.

Longu nú eru tað nógv sum hava tikið av møguleikanum, og meldað seg til komandi skeið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, sum byrjar mánadagin 14. august 2017.

Tú kann eisini longu nú melda teg til bæði heystskeiðið 2017, ársskeiðið 2017-2018, og várskeiðið 2018.

Legg til merkis, at tað er avmarkað pláss á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, so ætlar tú á Ítróttaháskúla, so er at melda til beinanvegin.

Tilmeldingarskjalið er her.