Kom á Ítróttaháskúla !

Nú er møguleiki hjá tær at melda til várskeið, heystskeið ella til ársskeið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Áhugin fyri at fara á Ítróttaháskúlan í Suðuroy er sera stórur. Heystskeiðið 2017 er fullteknað og nógvar tilmeldingar eru longu komnar til várskeiðið 2018.

Tú kanst eisini melda til várskeiðið 2018, til heystskeiðið 2018 ella til ársskeiðið 2018-2019, tað ger tú á hesari síðuni: TRÝST HER

Legg til merkis, at kostnaðurin at ganga á Ítróttaháskúla í Suðuroy hækkar í august 2018, tá kostnaðurin verður 950 kr. um vikuna. Gjaldið er fyri alt uppihaldið á Ítróttaháskúlanum, íroknað gisting, mat, undirvísing, venjing, ferðir í Føroyum, og ikki minst upplivingar fyri lívið.

Kom á Ítróttaháskúla !