Adventure & venjing í náttúruni

Adventure-breytin á Ítróttaháskúlanum er sera spennandi breyt, har náttúran er høvuðsleikpallur. Hon er ætlað breiða skaranum, ið ynskir upplivingar, venjing og summarfuglar í búkin.

Umframt eitt virkið adventure lív, verða spennandi tiltøk við t.d. klintring, fjallgongu, kamping og sigling. Breytin er skipað sum bland av styrki- og konditiónsvenjing, umframt virksemi, har adventure er felagsnevnarin.

Adventure-breytin ber brá av, at náttúran og veðurlíkindini eru viðspælarar, og eru við til at skipa, hvat er á skránni.

Adventurebreytin verður skipað undir leiðslu av Petur Gotfredsson. Petur er 27 ára gamal, føddur í Føroyum, men hevur búð í Danmark størsta partin av sínum ungdómsárum. Petur hevur altíð verið virkin innan ymsan ítrótt. Seinnu árini hevur Petur verið virkin í Danska forsvarinum, og er millum annað útbúgvin sergentur í danska herin og froskmaður hjá Frømandskorpset og partur av “forsvarets specialstyrke-kommando”. Í dag er Petur ógvuliga virkin innan funktionel-venjing, hvar dentur verður lagdur á at hava ein kropp í balansu.

Filmsbrotið niðanfyri gevur ein forsmakk uppá adventure linjuna á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.