Fótbóltur

Fótbóltur-FCS-BVJFótbóltsbreytin á Ítróttaháskúlanum snýr seg um áhuga, vilja og ambitión – alt skipað í mun til tað tú persónliga vil náa innan fótbóltin.

Á Eiðinum í Vági eru framúr góðir karmar til fótbóltsvenjing, bæði á graslíkisvøllinum og inni í Vágs Høll.

Venjingin fevnir um bæði tekniska, taktiska og fysiska venjing – og verður skipað undir leiðslu av Jón Paula Olsen, ein av okkara fremstu fótbóltsvenjarum, sum eisin hevur drúgvar royndir sum landsliðsvenjari.

Er áhugi fyri tí, ber til at sleppa at venja og spæla við FC Suðuroy.