Gerandisdagurin á Ítróttaháskúlanum

Gerandisdagurin á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er merktur av, at næmingar fáa avbjóðingar og upplivingar alt háskúlaskeiðið.

Umframt venjing og nýggja vitan um krop, kost, motivatión os.fr., fáa næmingar eisini høvi at læra nýggj fólk at kenna og kanska eisini læra seg sjálvan betur at kenna.

 

Búgva á staðnum
Næmingar búgva í smáttunum við Laksá í Vági. Fýra næmingar búgva saman í hvørjari smáttu, tveir næmingar í hvørjum kamari.

 

Máltíðir, klædnavask og reingerð
Morgunmatur og millummálið verður gjørdur av næmingunum saman við starvsfólki. Næmingar á ítróttaháskúlanum standa eisini fyri matgerðini til døgurðan um kvøldið.

Næmingarnar koma eisini sjálvir (við neyðugari upplæring) at standa fyri klædnavaski og reingerð av egnum bústaði.

Máltíðir og klædnavask verður í Stóra Pakkhús.

 

Flutningur
Ítróttaháskúlin hevur súklur til allar næmingar og verða hesar brúktar í samband við flutning vestur á ítróttarøkið á Eiðið og til langhylin inni á Oyrarnar, og sum flutningsamboð sum heild.

 

Dømi um ein vanilgan dag á Ítróttaháskúlanum
7.15-8.00: Stuttur rennitúrur (alt eftir veðrinum)
8.00-8.30: Morgunmatur í Stóra Pakkhúsi
8.30-9.30: Morgunsamling (felagssangur og kunning, stutt framløga ella onnur kunning)
10:00-12.30: Venjing á ítróttabreyt
12.30: Millummáli
13.30-15.00: Venjing / teori á ítróttabreyt / Evnis-undirvísing og mál
15.00-17.00: Frí
17.00: Matholdið fer undir at gera mat / keypa inn til næsta dag. Eitt hold hevur tíð at vaska klæðir.
18.30: Døgurði
19.30: Gera reint & halda hús
20.00: Frí & kvøldhugni
23.00: Friður / songartíð