Hálvárs- og heilársskeið

Ítróttaháskúlin-05-2016-1Ítróttaháskúlin í Suðuroy skipar fyri bæði hálvárs- og heilsársskeiðum.

Hálvársskeiðini eru heyst-hálvuna (frá mitt í august til fyrstu viku í desember) og vár-hálvuna (frá mitt í januar til mitt í juni).

Heystskeiðini eru í 15-16 vikur (tá er 1 vika heystfrítíð) op várskeiðini í 20 vikur (tá er 1 vika páskafrítíð og tilsamans 1 vika í frídøgum um várið).

Heilsársskeiðini ganga frá mitt í august til mitt í juni, og fara næmingar í heystfrítíð, jólafrítíð og páskafrítíð, umframt tilsamans 1 viku í frídøgum um várið.

 

Tilmeldingarskjal til hálvárs- og heilsársskeið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er her.