Hondbóltur

Hondbóltur-VB-BVJHondbóltsbreytin á Ítróttaháskúlanum er fyri teg, sum vil menna teg sum hóndbóltsleikara – lagt til rættis í mun til tínar ambitiónir.

Hondbóltsvenjingin verður skipað í framúr góðu kørmunum í Vágs Høll. Skiftirúm og aðrir hentleikar eru nýgjørdir í 2016, so talan er um bestu karmar í landinum.

Venjingin verður skipað undir leiðslu av Gurið K. Mortensen, sum telist millum royndastu leikarar í landinum. Umframt royndir sum leikari, hevur Gurið drúgvar royndir sum venjari, bæði hjá besta liðnum hjá VB og í ungdómsdeildini.

Er áhugi fyri tí, so ber eisini til at sleppa at venja og spæla við VB.