Prísir

SvimjingÍtróttaháskúlin í Suðuroy er ein háskúli, sum bjóðar tær venjing, undirvísing, mat og uppihald, adventure-dagar og avbjóðingar í Føroyum og uttanlands.

 

Kostnaðurin fyri venjing, undirvísing, mat og uppihald, adventure dagar og avbjóðingar í Føroyum: 815 kr. um vikuna.

NB! Frá august 2018 verður kostnaðurin 950 kr. um vikuna.

Í samband við tilmelding verður eitt tilmeldingargjald á 3.000 kr. Tilmeldingargjaldið fer upp í vikugjaldið, tá skeiðið byrjar.

 

Heystskeið, várskeið og ársskeið

Heystskeiðið er 15-16 vikur og várskeiðið er 20 vikur. Ársskeiði er 35-36 vikur.

Á heystskeiðnum er heystfrítíð i 1 viku. Á várskeiðnum er páskafrítíð í 1 viku.

 

Møguleikar fyri stuðli
Ávísar kommunur velja at stuðla skúlauppihaldum av ymiskum slag. Sett teg í samband við tína kommunu og spyr teg fyri, um hon stuðlar háskúlauppihaldi.

Eisini ber til at seta seg í samband við til dømis títt ítróttafelag um at stuðla tínum uppihaldi á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Í ávísum førum ber til at fáa stuðul frá ALS til at fara á skúlauppihald av ymiskum slag. Sett teg í samband við ALS og spyr teg fyri.