Reglugerð fyri Ítróttaháskúlan

Suðuroyarferð_300Reglugerð fyri næmingar á Ítróttaháskúlanum

Á Ítróttaháskúlin í Suðuroy hevur tú ábyrgd av bæði egnum og felags lívinum. Av somu orsøk eru ásettar reglur fyri atburði, soleiðis at felags lívi og fakligu málsetningarnar fáa best gjørligu umstøður:

Tað er møtiskylda til ásettu tið til venjing og undirvísning, frálæru, máltíðir og tiltøk, sum skúlin skipar fyri. Í serligum førum kunnu næmingar fáa loyvi at sleppa undan luttøku, í slíkum førum verður hetta gjørt eftir avtalu og við loyvi frá leiðaranum á Ítróttaháskúlanum.

Tað skal verða friður á næmingabústaðnum kl. 23. Eftir hetta, er vanlig friðalig samvera loyvd. Næmingar skulu búgva á háskúlanum.

Vitjan og møgulig yvirnátting av gestum kann verða loyvd eftir avtalu við háskúlaleiðaran.

Alkohol er bannað. Somuleiðis eru onnur rúsandi evni bannaði á skúlanum. Doping er eisini bannað. Brot á hesar reglur førir við sær burturvísing.

Eftir avtalu við leiðaran ber til at fáa vitjandi og møguliga eisini náttarliggjandi gestir í skúlauppihaldinum á Ítróttaháskúlanum.