Um Ítróttaháskúlan

Facebook_profilmynd_180x180pxÍtróttaháskúlin í Suðuroy er ein fólkaháskúli hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Ítróttaháskúlin er skipaður sum partur av Háskúlanum í Suðuroy.

Háskúlin eigur at virka fyri persónligar menning hjá tí einstaka, bæði í mun til evnini, ið undirvíst verður í, men eisini í mun til leiklutin hjá tí einstaka sum partur av einum felagsskapi og í samfelagnum.

Háskúlin kann m.a. bjóða út undirvísing innan ítrótt, list og mentan. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er á høgum støði við miðvísari menning av næminginum í huga. Háskúlin kann samstarva við aðrar skúlar, felagsskapir og stovnar í samband við undirvísingina.

Háskúlin er ætlaður ungum, sum eru liðug við fólkaskúlan, tvs. ungum, sum eru 17 ár og eldri.