Viðtøkur fyri Háskúlan í Suðuroy

§ 1
Navn og heimstaður
Háskúlin í Suðuroy er ein sjálvognarstovnur við heimstaði í Vágs kommunu.
Stk. 2. Leiðari háskúlans er ábyrgdarpersónur skúlans.

§ 2
Endamál
Endamál háskúlans er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, arbeiðshættir og málbúnar, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Stk. 2. Háskúlin eigur at virka fyri persónligar menning hjá tí einstaka, bæði í mun til evnini, ið undirvíst verður í, men eisini í mun til leiklutin hjá tí einstaka sum partur av einum felagsskapi og samfelagnum.
Stk. 3. Háskúlin bjóðar undirvísing í føroyskum, fremmanda máli, ítrótti, list og mentan. Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er á høgum støði við miðvísari menning av næminginum í huga.
Stk. 4. Háskúlin kann samstarva við aðrar skúlar, felagsskapir og stovnar í samband við undirvísingina.
Stk. 5. Háskúlin er ætlaður ungdómi, sum eru 17 ár og eldri.

§ 3
Leiðsla og stýri
Háskúlin verður skipaður undir leiðslu av einum stýri við fimm limum.
Stk. 2. Stýrið verður mannað soleiðis:
Vágs Býráð tilnevnir tríggjar stýrislimir og tríggjar varalimir
Ítróttarfeløgini FC Suðuroy, VB og Suðuroyar Svimjifelag tilnevna í felag ein stýrislim og ein varalim
LISA tilnevnir ein stýrislim og ein varalim.
Stk. 3. Stýrið verður tilnevnt fyri 2 ár í senn. Tilnevningin er í apríl. Stýrið verður tó tilnevnt fyrstu ferð í mars 2016.
Stk. 4. Stýrið skipar seg sjálvt við formanni og næstformanni. Stýrið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi 3 limir eru møttir. Avgerðir í stýrinum verða tiknar við vanligum meiriluta. Stendur atkvøðugreiðslan á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi.
Stk. 5. Arbeiðið í stýrinum er ólønt, tó verða allar beinleiðis útreiðslur, ið standast av stýrisarbeiðinum endurgoldnar ímóti skjalprógvum. Ferðaútreiðslur verða endurgoldnar sambært reglum um tænastumenn landsins.
Stk. 6. Stýrið setur leiðara fyri háskúlan. Háskúlaleiðarin er ábyrgdarpersónur háskúlans í sambandi við góðkenning av háskúlanum sbrt. § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 um studning til fólkaháskúlar. Háskúlaleiðarin hevur umsjón við og ábyrgd av fíggjarviðurskiftum og fyrisiting háskúlans. Háskúlaleiðarin hevur eisini ábyrgd av fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í háskúlanum.

§ 4
Arbeiðið í stýrinum
Stýrið ella háskúlaleiðarin kallar inn til stýrisfund í samráð við stýrisformannin, tá ið tað verður hildið neyðugt. Tó skulu í minsta lagi 4 stýrisfundir verða hildnir hvørt ár. Fundarboðini skulu verða skrivlig og givin í góðari tíð.
Stk. 2. Háskúlaleiðarin er skrivari hjá stýrinum og førir á hvørjum stýrisfundi gerðabók, sum møttu stýrislimirnir undirskriva eftir at fundurin er lokin.
Stk. 3. Háskúlaleiðarin ger á hvørjum ári saman við stýrinum fíggjarætlan fyri komandi skúlaár, sum verður send landsstýrismanninum í seinasta lagi 1. juni.
Stk. 4. Stýrið setur í samráð við háskúlaleiðaran lærarar og onnur starvsfólk, ið verða lønt sambært galdandi lønarsáttmálum á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 5. Í samráð við háskúlaleiðaran og lærarar tekur stýrið í seinasta lagi 1. september á hvørjum ári avgerð um undirvísingar- og arbeiðsætlan fyri komandi skúlaár, ið verður send landsstýrismanninum til góðkenningar sbr. § 6 í lógini.

§ 5
Roknskapur og fígging
Roknskaparár háskúlans er álmanakkaárið. Roknskapur verður grannskoðaður av góðkendum grannskoðara. Stýrið letur í seinasta lagi 15. mars úr hondum grannskoðaðan roknskap og ársfrágreiðing fyri undanfarna ár.
Stk. 2. Háskúlin verður fíggjaður við stuðli úr landskassanum og við næmingagjaldi sambært lógini. Háskúlin kann eisini útvega sær pening við tiltøkum av ymiskum slag og frá privatum stuðlum.
Stk. 3. Landsstýrsmaðurin skal góðkenna lønina hjá háskúlaleiðarum sambært galdandi lønarsáttmála á arbeiðsmarknaðinum.
Stk. 4. Leiðsla háskúlans sendir á hvørjum ári innan 1. apríl landsstýrismanninum grannskoðaðan roknskap fyri undanfarna fíggjarár til góðkenningar.

§ 6
Keyp og søla av ognum
Til at keypa og selja fasta ogn ella veðhalda krevst, at í minsta lagi 2/3 av stýrislimunum atkvøða fyri avgerðini.
Stk. 2. Verða ognir keyptar, latnar ella settar í veð, verða lán tikin, panting ella onnur trygd givin, ella verður prokura givin, krevst at í minsta lagi 2/3 av stýrislimunum skriva undir, har ímillum stýrisformaðurin. Landsstýrismaðurin skal góðkenna avgerðir sambært hesi áseting.

§ 7
Viðtøkubroytingar og avtøka
Broytingar kunnu bara verða gjørdar í viðtøkunum, um 2/3 av stýrislimunum atkvøða fyri. Landsstýrismaðurin skal góðkenna viðtøkubroytingarnar.
Stk. 2. Verður Háskúlin í Suðuroy tikin av, skulu í minsta lagi 2/3 av stýrislimunum atkvøða fyri. Landsstýrismaðurin skal góðkenna avgerðina sambært hesi áseting.
Stk. 3. Møguligt avlop og avhandan av ognum skúlans í sambandi við avtøku verða nýtt til eitthvørt útbúgvingarendarmál í Suðuroynni eftir góðkenning landsstýrismansins.

§ 8
Góðkenning
Sambært lógini skal landsstýrismaðurin góðkenna viðtøkur og virksemi skúlans og broytingar í viðtøkunum.

Soleiðis samtykt á stovnandi fundi í Vági 4. mars 2016