Undirvísarar

Á Ítróttaháskúlan í Suðuroy verður stórur dentur lagdur á, at venjingar og undirvísing verður á hægsta stigi, ikki bara í føroyskum høpi, men í altjóða høpi.

gudmundurGuðmundur Joensen er háskúlaleiðari og er harumframt venjari í kondotiónsvenjing og langteina/distance-venjing. Guðmundur hevur sjálvur havt eina ítróttaleið sum yrkisíðkandi í triathlon og hevur kappast á úrvalsstøði. Guðmundur hevur sostatt drúgvar royndir og vitan um motivatión og hvat skal til fyri at virka sum yrkis-ítróttarfólk.

 

 

 

Gerandisdagurin, kropsligu venjingarnar og adventure-breytin verða skipaðar av Petur Gotfredsson. Petur hevur størsta partin av lívinum búð í Danmark, har hann m.a. er útbúgvin froskmaður við danska Frømandskorpset. Petur leggur stóran dent á at næmingar á Ítróttaháskúlanum menna seg persónliga, samstundis sum teir menna egnu sálarligu styrkina.

 

 

 

 

joni

Jóni Brandsson Christiansen undirvísir á adventure-breytini, og er útbúgvin bachelor í ítrótti við Universiteti í Aalborg. Jón hevur í nógv ár íðka reiðskapsfimleik og hevur í tí sambandi eisini verið á føroyska fimleika landsliðnum, bæði sum venjari og undirvísari. Tey seinastu árini hevur Jóni brúkt meiri orku uttandura, har hann m.a. hevur brúkt nógva tíð uppá at klintra, cliff-jumping og slackline.

 

 

 

 

15540590_10210590532573056_430098459_o-1

Øssur Debes Eiriksfoss er knýttur at adventure-breytini. Øssur er útbúgvin bachelor í ítrótti við Universiteti í Keypmannahavn og er eisini klintri-instruktør. Øssur hevur íðka reiðsskaps-fimleik í nógv ár og hevur m.a. verið á bæði føroyska og danska fimleikalandsliðnum. Øssur brúkar eisini nógva tíð úti í føroysku nátúruni, bæði á sjógvi og landi. Øssur vann, saman við tveimum øðrum, Ninja Warriors 2016 kappingina í Danmark og setti eisini met til kappingina.

 

 

 

Svimjing
Jón Bjarnason_300
Svimjibreytin verður skipað undir leiðslu av Jón Bjarnason (f. 1970). Jón Bjarnason er útbúgving elite-svimjivenjari (1999 og 2000) og hevur harumframt eisini FINA-útbúgving (2001) sum venjari hjá ungdómum.

Jón Bjarnason er royndast svimjivenjari í Føroyum og harumframt eisini sera høgt í metum millum útlendskar venjarar. Jón hevur vant bæði føroysk og donsk landslið, feløg í Føroyum og í Danmark, harumframt hevur  Jón verið venjari til bæði Oyggjaleikir, Norðurlendsk meistaraskap, Evropameistarskap, World Cup kappingar, Heimsmeistaraskap og Olympisku leikir.

 Fótbóltur
Jón Pauli Olsen_300
Jón Pauli Olsen (f. 1968) hevur drúgvar royndir sum fótbólts-venjari í Føroyum og hevur m.a. vant lið í Effodeildini (bestu mansdeildini), A-landsliðið hjá kvinnum og U-17 landsliðið hjá kvinnum. Jón Pauli hevur eisini síðan 2013 staðið á odda fyri fótbóltinum á ítróttarbreytini hjá Vágs Skúla. Áðrenn Jón Pauli gjørdist venjari, var hann sjálvur fótbóltsspælari og hevur í nógv ár spælt í bestu fótbóltsdeildini í Føroyum.
 Hondbóltur
Gurið Mortensen_300
Hondbóltsbreytin verður skipað av Gurið K. Augustinussen (f. 1982). Gurið er útbúgving fysioterapeaut (2008) og hevur síðan 2008 verið knýtt at bæði fótbólts- og hondbóltsfeløgum sum fysioterapeaut, umframt at verða fysioterapeaut hjá flogbóltslandsliðnum í smb. við Oyggjaleikir. Gurið hevur eisini útbúgving sum ungdómsvenjari og hevur eisini vant bæði 1. deild kvinnur í hondbólti og ungdómslið.
Føðslulæra Føðslulæran verður skipað av Beintu Mohr Leo (f. 1972). Beinta Mohr Leo er útbúgvin Ernærings- og husholdningsøkonom 3½ ár og so víðariútbúgving sum Kliniksur dietistur, sum tók 1 ár (lokið prógv í 1998).Beinta hevur drúgvar royndir innan økið. Hevur m.a. undirvíst á Heilsuskúla Føroya í árúnum 2000 til 2005. Hevur síðan 2005 arbeitt á Diabetes ambulatorium á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Føroyskt Lærugreinin føroyskur skaldskapur og mál verður skipað av Dagfinni Olsen (f. 1967), Dagfinn útbúgvin lærari á Føroya Læraraskúla í 1993. Dagfinn hevur drúgvar royndir sum lærarir og hevur umframt at verða lærari í føroyska skúlaverkinum síðan 1996 eisini verið lærari á eftirskúla í Danmark í 3 ár.
Enskt
13153519_10153420588656394_1068617462_n
Marita G. Nielsen (f. 1984), sum hevur lokið prógv sum kandidatur í enskum við hjágrein í sálarfrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn (lokið prógv í 2014), fer at undirvísa í enskum á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy.
Fysiologi Jón Bjarnason
Anatomi Gurið K. Mortensen, fysioterapeut

Harumframt fær Ítróttaháskúlin eisini vitjan av einari røð av fólki við spennandi bakgrund, sum koma at siga teirra søgu um ítrótt, venjing, kost, svøvn og motivatión.