Vælkomin á Ítróttaháskúla

paraglide

Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er ein nýggir møguleiki til tín, sum ynskir spennandi og mennandi ítróttarligar avbjóðingar.

Á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, fært tú sannar ítróttarligar avbjóðingar, tú kemur at læra nýggj fólk at kenna, tú kemur at gerast betur ítróttafólk og kanska eisini læra nýtt um teg sjálvan og hvat tú megnar.

 

Nýggjur skúli í mennandi umhvørvi

Ítróttaháskúlin er ein nýggjur ítróttaháskúli í einum spennandi og mennandi umhvørvi í Suðuroynni. Ítróttakarmarnir eru framúr góðir, undirvísara-toymið serstakliga gott og motiverað til at geva tær best gjørligu uppliving á HIS, og vikuskráin er løgd til rættis fyri at tryggja, at tú fær eina uppliving fyri lívið.