Fakligar lærugreinar

Umframt ítróttarbreytirnar adventure, svimjing, fótbólt, og venjing, so verður eisini undirvíst í føroyskum, ítróttaástøði og adventureástøði. Undirvísingin er fjøltáttað og fevnir bæði um undirvísingarformar, vit kenna frá fólkaskúlanum, og annarleiðis undirvísing, har t.d. undirvíst verður úti ella á annarleiðis hátt.

 
Digitized-Physiology-2015-enkku-400px-print_400px-no-bg (0-00-00-00)_13.jpg

Ítróttaástøði

Hvussu arbeiða musklarnir? Hvat er plyometrisk styrkivenjing? Hvat er ein góð heilsa? - Hetta og mangt annað verður svarað í lærugreinini Ítróttaástøði, har næmingarnir koma gjølla at fordjúpa seg í, hvussu mannakroppurin virkar.

Ítróttaástøði er skipað at Jón Bjarnasyni, sum er fyrrverandi venjari hjá Pál Joensen og hevur drúgvar royndir innan ítróttarvenjing og -kunnleika. Lærugreinin fevnir um alt frá fysiologi og anatomi til kost og venjingarhættir, har Jón fer greiða nágreiðiliga frá tey ymsku evnini við støði í praktiskum ítrótti.

Harumframt koma næmingarnir at gera ymiskar fysiskar royndir av teirra egna kroppi sum t.d. at kanna kondital og vøddatýpu (muskelfibertype), sum kann nýtast í samband við persónligari menning og geva eina ábending av hvussu nógv ein hevur ment seg frá byrjan til endan av skeiðnum.

 
 
grindadrap-before-motor-boat.jpg

Føroyskt

Føroyskt á Ítróttaháskúlanum víkir eitt sindur frá ta vanligu føroyskt undirvísingina, sum vit kenna frá meira siðbundnum skúlum. Tað er einki pensum ella stílar at lata inni. Tað verður ongar fyrisagnir ella lektiur. Harafturímóti verður dentur lagdur á nógv ymisk og víðgongd evni, sum bera røtur í Føroyum. Millum annað fær føroysk mentan nógv rasarúm við t.d. kvøðing, sagnir og søga. Tá verður tikið fatur í kvæðir sum Brestiskvæði, Ormin Langa og Virgarskvæði. Vit fara at tríva í føroyingasøgu og aðrar sagnir við serligum atliti til Suðuroynna. Spurningar vera settir við okkara móðurmál og hvagan tað kemur.

Harumframt verða viðkomandi evni og viðurskiftir í føroyska samfelagnum umrøtt og viðgjørt soleiðis, at næmingarnir fáa eina breiða fatan av, hvar vit koma frá, og hví vit tingini eru sum tey eru, og hvat vit kundu tonkt okkum var øðrvísi. Miða verður eftir at næmingarnir fáa innilit í okkara oyggjar í einum samfelagsligum og mentanarligum høpi.

 
 
41965113_901392566723427_7801914312020197376_o.jpg

Opin tími - adventureástøði, skeiðir o.a.

Hornasteinurin handan Ítróttaháskúlan er adventure og alt tað virksemið, ið tað inniberð. Tó kann ein og hvør ikki óvitandi fara út at kajakka ella klintra í føroysku náttúruni - trygdin og kunnleikin er altumráðandi. Tískil verður stórur dentur lagdur trygd og mannagongdir, ið gera seg galdandi í teimum ymisku ítivunum vit fara at blaka okkum út í.

Næmingarnir fáa í hesum sambandi bæði klintriskeið og kajakkskeið, sum geva teimum førleikar at sjálvstøðugt fara at gera hesi ítiv, innan ávísar karmar. Harumframt verður opni tímin nýttur til ymisk evni sum; surfástøði, telving, veðurlagsbroytingar, fíggjarviðurskifti (lán, rentur og kapital), media (myndatøka, redigering og video) og sjálvandi eisini til hugna við borðspølum, spurnarkappingum o.a.