Nov
30
8:30 AM08:30

Miriam J. Norðberg nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Í summar gjørdist greitt, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy skuldi hava nýggjan leiðara, tá Guðmundur Joensen, sum hevði verið leiðari frá tí at Ítróttaháskúlin byrjaði í 2016, valdi at leita nýggjar avbjóðingar.

Í heyst varð søkt eftir nýggjum leiðara og tá umsóknarfreistin var farin 1. nov., høvdu fimm søkt starvið.

Stýrið fyri Ítróttaháskúlan hevur síðani viðgjørt umsóknirnar og havt samrøður, og nú er greitt, at Miriam J. Norðberg verður nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Miriam er kandidat í ítróttarvísindi við Københavns Universitet og hevur eisini verið undirvísari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy seinastu árini. Miriam hevur eisini leiðsluroyndir frá tíðarskeiðinum meðan hon búði í Keypmannahavn og hevur eisini, saman við manninum Jens, bygt upp fyritøkuna Brim í Vági. Miriam er 33 ára gomul og er búsitandi í Vági saman við familjuni, og byrjar í starvinum sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy 1. januar 2022.

View Event →
Oct
26
to Nov 1

Ítróttarháskúlin søkir nýggjan leiðara!

  • Ítróttaháskúlin í Suðuroy (map)
  • Google Calendar ICS

Er tú ein eldsál, sum hevur ein dreym um at standa á odda fyri mest spennandi skúlatilboðnum í Føroyum, so verður nú søkt eftir leiðara til Ítróttaháskúlan í Suðuroy at byrja í starvi skjótast tilber.

Um Ítróttarháskúlan í Suðuroy
Ítróttaháskúlin í Suðuroy varð stovnaður í 2015 og fyrstu næmingarnar byrjaðu á skúlanum á heysti 2016. Ítróttaháskúlin hevur uppá stutta tíð ment seg til at verða mest spennandi skúlatilboð í landinum, sum hvørt ár dregur til sín ung úr øllum landinum og uttan fyri landoddarnar.

Ítróttaháskúlin í Suðuroy ber formliga heitið Háskúlin í Suðuroy og er ein fólkaháskúli hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Endamálið hjá Ítróttaháskúlanum er at virka fyri persónligar menning hjá tí einstaka, bæði í mun til evnini, ið undirvíst verður í, men eisini í mun til leiklutin hjá tí einstaka sum partur av einum felagsskapi og í samfelagnum.

Kjarnuvirksemi á Ítróttaháskúlanum fevnir um ítrótt og adventure við fjøltáttaðari undirvísing í ymiskum ítróttagreinum, har bæði náttúran og bestu ítróttarhølir í landinum eru karmar fyri frálæruni. Á Ítróttaháskúlanum verður eisini undirvíst í samfelagsviðurskiftum og føroyskum máli.

Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er á høgum støði við miðvísari menning av næminginum í huga.

Háskúlin er ætlaður ungum, sum hava lokið 9. floks prógv og eldri. Aldursbólkarnir á Ítróttaháskúlanum fevna um ung frá umleið 16 ára aldri til fyrru helvt av 20 árunum.

Á Ítróttaháskúlanum ganga 48 næmingar á heyst- og várskeiðum. Heystskeiðið er 15 vikur og várskeiðið er 20 vikur. Starvsfólkahópurin telur 5 undirvísarar í fullum starvi, 4 undirvísarar í tímasettum størvum og ½ starv í bókhaldinum.

Leiðarastarvið
Leiðarin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er ábyrgdarpersónur skúlans og hevur evstu ábyrgd av skipanini av virkseminum á Ítróttarháskúlanum sum heild.

Leiðarin hevur ábyrgd av fíggjarstýring og fyrisiting skúlans.

Leiðarin hevur ábyrgdina av fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í Ítróttaháskúlanum, sum verður skipað og ment í samstarvi við starvsfólkahópin á háskúlanum. Leiðarin kemur at luttaka í undirvísingini á skúlanum.

Leiðarin svarar til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy.

Týdningarmestu uppgávurnar fevna millum annað um:

  • at tryggja at háskúla-andin, sum er høvuðs virðisgrundarlagið undir Ítróttaháskúlanum, verður førdur víðari

  • saman við starvsfólka-toyminum skipa eitt spennandi háskúlatilboð

  • at skipa eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss

  • at standa fyri framhaldandi menning av innihaldinum og fysisku karmunum á Ítróttaháskúlanum

  • at marknaðarføra Ítróttaháskúlan og virka fyri at nýggir næmingar koma á háskúlan

Vit vænta:

  • at leiðarin hevur viðkomandi útbúgving og/ella viðkomandi royndir

  • at leiðarin hevur leiðsluroyndir

  • at leiðarin hevur áhuga fyri og royndir innan ítrótt

  • at leiðarin hevur royndir við at arbeiða við ungum fólki

  • at leiðarin gongur undan í framhaldandi menning av Ítróttaháskúlanum

Leiðarin hevur bústað í samband við Ítróttaháskúlan.

Leiðarastarvið er lønt í 34. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Felag Tænastumanna Landsins (í løtuni 42.345,92 kr. + eftirløn og frítíðarískoytið).

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dennis Holm, stýrisformann í Háskúlanum í Suðuroy á tlf. 222928. Hartil ber til at lesa meiri um Háskúlan í Suðuroy á heimasíðuni www.his.fo

Umsókn og umsóknarfreist
Umsóknir við viðkomandi prógvum og CV verða at senda til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy á teldupost adressu dennis@vagur.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 1. November 2021 kl. 12.00.

Háskúlin í Suðuroy
www.his.fo

View Event →
Jul
1
to Jul 5

Summarskeið fyri vaksin!

  • Ítróttaháskúlin í Suðuroy (map)
  • Google Calendar ICS

So er Summarskeiðið fyri 40-55 ára gamlar unglingar her 😊

Nær/Hvar: 1.juli til 6.juli 2019, í Vági.
Kostnaður: 4.500 kr alt íroknað.
Tilmelding: info@his.fo ( viðmerk, navn, adressu og telefon nummar )

Venjing, menning, hugni, góður matur og upplivingar fyri lívið. 
Um tað eru ivamál, ikki dvøl við at seta teg í samband á 282000 og hoyr nærri.

Kom við, tað verður feitt!

Summarskúli 4 (0-00-00-00).jpg
View Event →
Feb
15
1:00 PM13:00

Umhvørvispolitikkur Várskeið 2019

Comp 2 (0-00-19-00)_5.jpg

☀️❄️🌊🌪🌧🗑🛢🔌💰🐷🐮🌎🌳♻️💪
Hesa vikuna hava vit kjakast um veðurlagsbroytingar og umhvørvisdálking!
Næmingarnir komu fram til, at tað fyrst og fremst er ein vana- og hugburðsbroyting hjá tí einstaka, sum skal til. Í hesum sambandi hava næmingarnir orðað sín egna umhvørvispolitikk fyri várskeiðið við einum lista á 25 punktum.

View Event →
Aug
12
6:30 AM06:30

Tilmelding til 2019 og 2020 skeiðini opin

Stórur áhugi er fyri Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Mánadagin 13. august 2018 byrja 42 næmingar á Ítróttaháskúlanum, fleiri enn 90 tilmeldingar vóru til heystskeiðið 2018.

Kundi tú hugsa tær eitt upplivilsi fyri lívið, so ber til at melda til bæði várskeiðið 2019, heystskeiðið 2019 og til ársskeiðið 2019-2020.

Hiking 1a.jpg
View Event →
Jan
25
6:30 AM06:30

Av Universitetinum í Reykjavík í starvslæru á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Seinastu vikurnar hava íslendsku Elinborg og Íunn verið í starvslæru á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Elinborg, sum er 27 ár, er úr Grindavík, og 26 ára gamla Íunn er úr Akureyri. Tær báðar ganga á Universitetinum í Reykjavík, har tær nema sær útbúgving innan ”leasure and recreations studies”.

Nú vitjan teirra á Ítróttaháskúlanum nærkast endanum, hava fingið eitt prát við tær.

Elinborg-og-Íunn.jpg
 
Hví hava tit valt at koma á Ítróttaháskúlan í Suðuroy?

Vit lósu í lokala blaðnum í Grindavík, um íslendska gentu, sum gekk á Ítróttaháskúlanum seinasta várskeið. Í greinini varð greitt frá lívinum á skúlanum og hvat skúlin hevur at bjóða, og hetta hildu vit var sera lokkandi og valdu at søkja um at sleppa í starvslæru á Ítróttaháskúlanum.

Vit hava ikki slíkir ítróttaháskúlar í Íslandi, og hildið at hetta tilboðið var sera spennandi og ótraditionelt, og so hugsaðu vit eisini um at sleppa at royna okkurt nýtt og spennandi.

Hvat var fyrsta inntrykkið?

Vit væntaðu at tað fór at verða gott og læruríkt, men tað bleiv bara nógv betri enn vit høvdu væntað. Vit hava t.d. lært sera nógv av mátanum undirvísararnir umgingu næmingarnir uppá. Aktivitetirnar vóru eisini sera gevandi og hava flutt okkum nógv, ikki minst útum okkara tryggu sonuna. Eitt sum var kveikjandi var, at tað á Ítróttaháskúlanum ikki eru “problemir”, men bara møguleikar og loysnir.

Vit vænta at nógv av ungu fólkunum her fara at síggja aftur á tíðina á Ítróttaháskúlanum sum eina læruríka tíð.

Vildu tit eggja íslendingum at koma hagar.

Ja avgjørt.

Vit mugu líka viðmerkja at lokala fólkið og blíðskapurin sum heild her á staðnum, hevur gjørt tíðina á Ítróttaháskúlanum enn betur, lata Elinborg og Íunn at enda heilsa.

Dec
5
7:00 AM07:00

31 næmingar lidnir á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Leygardagin endaði heystskeiðið 2017 á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og var hetta 3. skeiðið, síðan Ítróttaháskúlin byrjaði á heysti 2016.

P1130449.00_00_08_12.Still002.jpg
 
Tilsamans 31 næmingar í aldrinum 15 til 25 ár úr øllum Føroyum, Danmark og Onglandi vóru á heystskeiðinum 2017.

Skeiðið eydnaðist framúr væl og kom hetta eisini til sjóndar, tá næmingar úr Danmark fluttu fram røðu og m.a. eisini róstu føroyska gestablídninum.

Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, sigur, at tað hevur sera stóran týdning fyri skúlan, at øll í nærumhvørvinum eru við til at skapa eina trygga og góða kenslu kring skúlan og næmingarnar á Ítróttaháskúlanum. -Og hetta eru tey sera takksom fyri.

15. januar 2018 byrjar várskeiðið á Ítróttaháskúlanum og verður skeiðið væntandi fullteknað, sigur Guðmundur Joensen, sum er ovurfegin um stóra áhugan at koma á Ítróttaháskúla í Suðuroy.

View Event →
Aug
15
7:00 AM07:00

Heystskeiðið 2017 byrjað

Mánadagin 14. august byrjaðu 32 næmingar á heystskeiðinum 2017.

Dagurin byrjaði í Stóra Pakkhúsi, har Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, bjóðaði vælkomin. Greitt varð eisini frá hvussu fyrsta vikan, sokallaða intro-vikan, fór at verða skipað.

Síðani varð farið ígongd og heystskeiðið 2017 byrjaði við postarenning, ymiskum uppgávum, sum skuldu loysast, kajakrógving og mongum øðrum. Dagurin endaði við grilling á Sandinum.

View Event →