Back to All Events

Ítróttarháskúlin søkir nýggjan leiðara!


  • Ítróttaháskúlin í Suðuroy Oyrarvegur 7 Vágur Faroe Islands (map)

Er tú ein eldsál, sum hevur ein dreym um at standa á odda fyri mest spennandi skúlatilboðnum í Føroyum, so verður nú søkt eftir leiðara til Ítróttaháskúlan í Suðuroy at byrja í starvi skjótast tilber.

Um Ítróttarháskúlan í Suðuroy
Ítróttaháskúlin í Suðuroy varð stovnaður í 2015 og fyrstu næmingarnar byrjaðu á skúlanum á heysti 2016. Ítróttaháskúlin hevur uppá stutta tíð ment seg til at verða mest spennandi skúlatilboð í landinum, sum hvørt ár dregur til sín ung úr øllum landinum og uttan fyri landoddarnar.

Ítróttaháskúlin í Suðuroy ber formliga heitið Háskúlin í Suðuroy og er ein fólkaháskúli hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Endamálið hjá Ítróttaháskúlanum er at virka fyri persónligar menning hjá tí einstaka, bæði í mun til evnini, ið undirvíst verður í, men eisini í mun til leiklutin hjá tí einstaka sum partur av einum felagsskapi og í samfelagnum.

Kjarnuvirksemi á Ítróttaháskúlanum fevnir um ítrótt og adventure við fjøltáttaðari undirvísing í ymiskum ítróttagreinum, har bæði náttúran og bestu ítróttarhølir í landinum eru karmar fyri frálæruni. Á Ítróttaháskúlanum verður eisini undirvíst í samfelagsviðurskiftum og føroyskum máli.

Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er á høgum støði við miðvísari menning av næminginum í huga.

Háskúlin er ætlaður ungum, sum hava lokið 9. floks prógv og eldri. Aldursbólkarnir á Ítróttaháskúlanum fevna um ung frá umleið 16 ára aldri til fyrru helvt av 20 árunum.

Á Ítróttaháskúlanum ganga 48 næmingar á heyst- og várskeiðum. Heystskeiðið er 15 vikur og várskeiðið er 20 vikur. Starvsfólkahópurin telur 5 undirvísarar í fullum starvi, 4 undirvísarar í tímasettum størvum og ½ starv í bókhaldinum.

Leiðarastarvið
Leiðarin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er ábyrgdarpersónur skúlans og hevur evstu ábyrgd av skipanini av virkseminum á Ítróttarháskúlanum sum heild.

Leiðarin hevur ábyrgd av fíggjarstýring og fyrisiting skúlans.

Leiðarin hevur ábyrgdina av fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í Ítróttaháskúlanum, sum verður skipað og ment í samstarvi við starvsfólkahópin á háskúlanum. Leiðarin kemur at luttaka í undirvísingini á skúlanum.

Leiðarin svarar til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy.

Týdningarmestu uppgávurnar fevna millum annað um:

  • at tryggja at háskúla-andin, sum er høvuðs virðisgrundarlagið undir Ítróttaháskúlanum, verður førdur víðari

  • saman við starvsfólka-toyminum skipa eitt spennandi háskúlatilboð

  • at skipa eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss

  • at standa fyri framhaldandi menning av innihaldinum og fysisku karmunum á Ítróttaháskúlanum

  • at marknaðarføra Ítróttaháskúlan og virka fyri at nýggir næmingar koma á háskúlan

Vit vænta:

  • at leiðarin hevur viðkomandi útbúgving og/ella viðkomandi royndir

  • at leiðarin hevur leiðsluroyndir

  • at leiðarin hevur áhuga fyri og royndir innan ítrótt

  • at leiðarin hevur royndir við at arbeiða við ungum fólki

  • at leiðarin gongur undan í framhaldandi menning av Ítróttaháskúlanum

Leiðarin hevur bústað í samband við Ítróttaháskúlan.

Leiðarastarvið er lønt í 34. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Felag Tænastumanna Landsins (í løtuni 42.345,92 kr. + eftirløn og frítíðarískoytið).

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dennis Holm, stýrisformann í Háskúlanum í Suðuroy á tlf. 222928. Hartil ber til at lesa meiri um Háskúlan í Suðuroy á heimasíðuni www.his.fo

Umsókn og umsóknarfreist
Umsóknir við viðkomandi prógvum og CV verða at senda til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy á teldupost adressu dennis@vagur.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 1. November 2021 kl. 12.00.

Háskúlin í Suðuroy
www.his.fo