Dec
5
7:00 AM07:00

31 næmingar lidnir á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Leygardagin endaði heystskeiðið 2017 á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og var hetta 3. skeiðið, síðan Ítróttaháskúlin byrjaði á heysti 2016.

 
P1130449.00_00_08_12.Still002.jpg
 


Tilsamans 31 næmingar í aldrinum 15 til 25 ár úr øllum Føroyum, Danmark og Onglandi vóru á heystskeiðinum 2017.

Skeiðið eydnaðist framúr væl og kom hetta eisini til sjóndar, tá næmingar úr Danmark fluttu fram røðu og m.a. eisini róstu føroyska gestablídninum.

Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, sigur, at tað hevur sera stóran týdning fyri skúlan, at øll í nærumhvørvinum eru við til at skapa eina trygga og góða kenslu kring skúlan og næmingarnar á Ítróttaháskúlanum. -Og hetta eru tey sera takksom fyri.

15. januar 2018 byrjar várskeiðið á Ítróttaháskúlanum og verður skeiðið væntandi fullteknað, sigur Guðmundur Joensen, sum er ovurfegin um stóra áhugan at koma á Ítróttaháskúla í Suðuroy.

View Event →
Aug
15
7:00 AM07:00

Heystskeiðið 2017 byrjað

Mánadagin 14. august byrjaðu 32 næmingar á heystskeiðinum 2017.

Dagurin byrjaði í Stóra Pakkhúsi, har Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, bjóðaði vælkomin. Greitt varð eisini frá hvussu fyrsta vikan, sokallaða intro-vikan, fór at verða skipað.

Síðani varð farið ígongd og heystskeiðið 2017 byrjaði við postarenning, ymiskum uppgávum, sum skuldu loysast, kajakrógving og mongum øðrum. Dagurin endaði við grilling á Sandinum.

View Event →