Nov
30
8:30 AM08:30

Miriam J. Norðberg nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Miriam J. Norðberg nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Í summar gjørdist greitt, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy skuldi hava nýggjan leiðara, tá Guðmundur Joensen, sum hevði verið leiðari frá tí at Ítróttaháskúlin byrjaði í 2016, valdi at leita nýggjar avbjóðingar.

Í heyst varð søkt eftir nýggjum leiðara og tá umsóknarfreistin var farin 1. nov., høvdu fimm søkt starvið.

Stýrið fyri Ítróttaháskúlan hevur síðani viðgjørt umsóknirnar og havt samrøður, og nú er greitt, at Miriam J. Norðberg verður nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Miriam er kandidat í ítróttarvísindi við Københavns Universitet og hevur eisini verið undirvísari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy seinastu árini. Miriam hevur eisini leiðsluroyndir frá tíðarskeiðinum meðan hon búði í Keypmannahavn og hevur eisini, saman við manninum Jens, bygt upp fyritøkuna Brim í Vági. Miriam er 33 ára gomul og er búsitandi í Vági saman við familjuni, og byrjar í starvinum sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy 1. januar 2022.

View Event →
Oct
26
to Nov 1

Ítróttarháskúlin søkir nýggjan leiðara!

  • Ítróttaháskúlin í Suðuroy (map)
  • Google Calendar ICS

Er tú ein eldsál, sum hevur ein dreym um at standa á odda fyri mest spennandi skúlatilboðnum í Føroyum, so verður nú søkt eftir leiðara til Ítróttaháskúlan í Suðuroy at byrja í starvi skjótast tilber.

Um Ítróttarháskúlan í Suðuroy
Ítróttaháskúlin í Suðuroy varð stovnaður í 2015 og fyrstu næmingarnar byrjaðu á skúlanum á heysti 2016. Ítróttaháskúlin hevur uppá stutta tíð ment seg til at verða mest spennandi skúlatilboð í landinum, sum hvørt ár dregur til sín ung úr øllum landinum og uttan fyri landoddarnar.

Ítróttaháskúlin í Suðuroy ber formliga heitið Háskúlin í Suðuroy og er ein fólkaháskúli hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.

Endamálið hjá Ítróttaháskúlanum er at virka fyri persónligar menning hjá tí einstaka, bæði í mun til evnini, ið undirvíst verður í, men eisini í mun til leiklutin hjá tí einstaka sum partur av einum felagsskapi og í samfelagnum.

Kjarnuvirksemi á Ítróttaháskúlanum fevnir um ítrótt og adventure við fjøltáttaðari undirvísing í ymiskum ítróttagreinum, har bæði náttúran og bestu ítróttarhølir í landinum eru karmar fyri frálæruni. Á Ítróttaháskúlanum verður eisini undirvíst í samfelagsviðurskiftum og føroyskum máli.

Dentur verður lagdur á, at undirvísingin er á høgum støði við miðvísari menning av næminginum í huga.

Háskúlin er ætlaður ungum, sum hava lokið 9. floks prógv og eldri. Aldursbólkarnir á Ítróttaháskúlanum fevna um ung frá umleið 16 ára aldri til fyrru helvt av 20 árunum.

Á Ítróttaháskúlanum ganga 48 næmingar á heyst- og várskeiðum. Heystskeiðið er 15 vikur og várskeiðið er 20 vikur. Starvsfólkahópurin telur 5 undirvísarar í fullum starvi, 4 undirvísarar í tímasettum størvum og ½ starv í bókhaldinum.

Leiðarastarvið
Leiðarin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er ábyrgdarpersónur skúlans og hevur evstu ábyrgd av skipanini av virkseminum á Ítróttarháskúlanum sum heild.

Leiðarin hevur ábyrgd av fíggjarstýring og fyrisiting skúlans.

Leiðarin hevur ábyrgdina av fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í Ítróttaháskúlanum, sum verður skipað og ment í samstarvi við starvsfólkahópin á háskúlanum. Leiðarin kemur at luttaka í undirvísingini á skúlanum.

Leiðarin svarar til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy.

Týdningarmestu uppgávurnar fevna millum annað um:

  • at tryggja at háskúla-andin, sum er høvuðs virðisgrundarlagið undir Ítróttaháskúlanum, verður førdur víðari

  • saman við starvsfólka-toyminum skipa eitt spennandi háskúlatilboð

  • at skipa eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss

  • at standa fyri framhaldandi menning av innihaldinum og fysisku karmunum á Ítróttaháskúlanum

  • at marknaðarføra Ítróttaháskúlan og virka fyri at nýggir næmingar koma á háskúlan

Vit vænta:

  • at leiðarin hevur viðkomandi útbúgving og/ella viðkomandi royndir

  • at leiðarin hevur leiðsluroyndir

  • at leiðarin hevur áhuga fyri og royndir innan ítrótt

  • at leiðarin hevur royndir við at arbeiða við ungum fólki

  • at leiðarin gongur undan í framhaldandi menning av Ítróttaháskúlanum

Leiðarin hevur bústað í samband við Ítróttaháskúlan.

Leiðarastarvið er lønt í 34. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Felag Tænastumanna Landsins (í løtuni 42.345,92 kr. + eftirløn og frítíðarískoytið).

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Dennis Holm, stýrisformann í Háskúlanum í Suðuroy á tlf. 222928. Hartil ber til at lesa meiri um Háskúlan í Suðuroy á heimasíðuni www.his.fo

Umsókn og umsóknarfreist
Umsóknir við viðkomandi prógvum og CV verða at senda til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy á teldupost adressu dennis@vagur.fo.

Umsóknarfreistin er mánadagin 1. November 2021 kl. 12.00.

Háskúlin í Suðuroy
www.his.fo

View Event →