Adventurebreytin
Náttúrurúsur
Adventurebreytin virkar sum høvuðsbreyt hjá øllum næmingum. Hetta vil siga, at øll hava adventure samstundis. Adventurebreytin á Ítróttaháskúlanum er sera spennandi breyt, har náttúran er høvuðsleikpallur. Hon er ætlað breiða skaranum, ið ynskir upplivingar, venjing og firvaldar í búkin.
Umframt eitt virkið adventure lív, verða spennandi tiltøk við t.d. klintring, fjallgongu, kamping og kajakking. Breytin ber í sær bæði styrki- og konditiónsvenjing, umframt virksemi, har adventure er felagsnevnarin. Samstundis ber hon brá av, at náttúran og veðurlíkindini eru við til at skipa skránna.
Filmsbrotið omanfyri gevur eina hóming av, hvat adventurebreytin á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy inniber.
Klintring
Klintring er eitt av høvuðsítrivunum, vit fáast við á adventurebreytini. Her sleppur tú at royna tína handastyrki, uppgávuloysing, rørsluførleikar og ikki at gloyma dirvi. Tað verður farið niður í djúpdina í klintriheimin, har næmingarnir fáa klintriskeið (S3), sum gevur teimum hollar royndir og kunning um tryggleika og mannagongdir. Hetta ger, at tey kunnu fara sjálvstøðugt út at klintra eftir skeiðið.
Cliff Jumping
Eitt er at leypa frá vippunum í svimjihylum undir tamdum viðurskiftum. Nakað heilt annað er at vera fríur í náttúruni millum aldurnar og bergini. Cliff jumping er eitt avbjóðandi ítriv, sum gevur summarfuglar í búkin og krevur, at man hevur tunguna mitt í munninum. Á teimum ymisku støðunum vit fara at cliff jumpa finnast nógvar ymiskar hæddir; alt frá 1 metur upp í 10 metrar, ið er við til, at ein stigvíst kann royna seg á ymiskum hæddum.
Surfing
Sum nakað nýtt hava vit sett surfing á skránna. Vit hava ognað okkum 10 surfbrettir og tveir av okkara undirvísarum eru surfinstruktørar. Surfing er ein vaksandi ítróttagrein í Føroyum, sum krevur nógva balansu og teknikk. Her sleppa næmingarnir at royna seg á brimfjølum í brótandi aldunum.
Kajakk
Kajakkin gevur frælsi á havinum og møguleikar at uppliva Føroyar á ein ørðvísi hátt - tað kann vera alt frá at granska berghol, ein túr millum bergini á Vágseiði ella ein hugnaligan túr á Vágsfirði. Her fáa næmingarnir altjóðaviðurkent kajakk prógv (IPP1) gjøgnum Dansk Kajakk og Kano Forbund. Hetta hevur við sær, at næmingarnir sjálvstøðugt kunnu fara á kajakktúr í firðum undir sømiligum veðurumstøðum.
Náttúra
Tað finnast óteljandi náttúruperlur um alla Suðuroynna. Á adventurebreytini fara vit túrar runt um størsta partin av Suðuroynni, har næmingarnir koma at kenna oynna út og inn. Her verður eisini lagdur dentur á, hvussu man ber seg í náttúruni og fjøllunum.
Race
Á Ítróttaháskúlanum elska vit at race'a á øðrvísi og stuttligar mátar. Tað kann inniberða alt frá harðføri og treysti til vit og skil fyri at náa fyrst á mál. Her vera táttir sum kajakk, talv, o.a. blandað uppí, sum stimbrar næmingarnar at nýta allar førleikar innan ítróttin.