Undirvísarar
Á Ítróttaháskúlan í Suðuroy verður stórur dentur lagdur á, at venjingar og undirvísing verður á hægsta stigi, ikki bara í føroyskum høpi, men í altjóða høpi.
Miriam Jannit Norðberg
Leiðari
Leiðsla, dansur
Øssur Debes Eiriksfoss
Undirvísari
Adventurebreytin
Føroyskt/Opnir tímar
Øssur Debes Eiriksfoss er knýttur at adventurebreytini og tekur seg av venjingarbreytini. Øssur er útbúgvin bachelor í ítrótti við Universiteti í Keypmannahavn og er eisini klintri-instruktør. Øssur hevur íðka reiðsskaps-fimleik í nógv ár og hevur m.a. verið á bæði føroyska og danska fimleikalandsliðnum. Øssur brúkar eisini nógva tíð úti í føroysku nátúruni, bæði á sjógvi og landi. Øssur vann, saman við tveimum øðrum, Ninja Warriors 2016 kappingina í Danmark og setti eisini met til kappingina.
Jóni Brandsson Christiansen
Undirvísari
Adventurebreytin
Føroyskt/Opnir tímar Media
Jóni Brandsson Christiansen undirvísir á adventurebreytini, og er útbúgvin bachelor í ítrótti við Universiteti í Aalborg. Jóni hevur í nógv ár íðka reiðskapsfimleik og hevur í tí sambandi eisini verið á føroyska fimleika landsliðnum, bæði sum venjari og undirvísari. Tey seinastu árini hevur Jóni brúkt meiri orku uttandura, har hann m.a. hevur brúkt nógva tíð uppá at klintring, cliff-jumping og slackline.
Sára Matthews Kjærbo
Jón Bjarnason
Undirvísari
Svimjibreytin
Ítróttaástøði
Svimjibreytin verður skipað undir leiðslu av Jón Bjarnason (f. 1970). Jón Bjarnason er útbúgving elite-svimjivenjari (1999 og 2000) og hevur harumframt eisini FINA-útbúgving (2001) sum venjari hjá ungdómum. Jón Bjarnason er royndast svimjivenjari í Føroyum og harumframt eisini sera høgt í metum millum útlendskar venjarar. Jón hevur vant bæði føroysk og donsk landslið, feløg í Føroyum og í Danmark, harumframt hevur Jón verið venjari til bæði Oyggjaleikir, Norðurlendsk meistaraskap, Evropameistarskap, World Cup kappingar, Heimsmeistaraskap og Olympisku leikir.
Halltóra Joensen
Undirvísari
Adventurebreytin
Politivenjing
Halltóra er elskar at vera í okra vøkru náttúru og leggur stóran dent á venjing, ágrýtni og persónliga útvikling. Hon er útlærdur politistur á politiskúlanum í Brøndby Øster í Keypmannahavn í 2005 og kemur at taka sær av bóltbreytini og politivenjingum. Harumframt er hon útlærd 1. hjálpsinstruktør, og skipar í hesum sambandi fyri at allir næmingarnir fáa 1. hjálparskeið. Halltóra hevur drúgvar royndir sum fótbólstleikari. Fótbóltsleiðin byrjaði saman við dreingjunum hjá Royn. Hon hevur verið fastur leikari á kvinnulandsliðnum í fótbólti frá 1997 til 2005. – Undir útbúgvingar árunum var hon leikandi venjari hjá kvinnunum í fótbólti hjá ÍF Føroyum á Kløvermarkini. Síðstu tíggju árini hevur hon vant børn í fótbólti hjá Royn og FC Suðuroy.