Tilmelding
Kostnaður
Kostnaðurin fyri venjing, undirvísing, mat og uppihald, adventure dagar og avbjóðingar í Føroyum er 1.100 kr. um vikuna + 8.000 kr. fyri uttanlandaferð. Vikugjaldið avgreitt av bókhaldaranum, sum sendir út gjaldsavtalur, tá skúlin byrjar. Um tú verður upptikin, fært tú ein mail um at gjalda eitt tilmeldingargjald á 2.500 kr., sum skal gjaldast innan 7 dagar fyri at endliga tryggja tær plássið. Um gjaldið ikki er goldið innan tíðarfreistina, fellur tilmelding burtur. Tilmeldingargjaldið er eitt depositumgjald og verður drigið frá samlaða kostnaðinum av skeiðinum.
Heystskeið, várskeið og ársskeið
Heystskeiðið er 15 vikur
Várskeiðið er 20 vikur.
Møguleikar fyri stuðli
Ávísar kommunur velja at stuðla skúlauppihaldum av ymiskum slag. Sett teg í samband við tína kommunu og spyr teg fyri, um hon stuðlar háskúlauppihaldi. Eisini ber til at seta seg í samband við til dømis títt ítróttafelag um at stuðla tínum uppihaldi á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Vinarliga fyll teigirnar niðanfyri
Vit gjøgnumganga tilmeldingar síðst í hvørjum mánaða.
Tá vera váttanir sendar út ;)