Bóltbreytin
Bóltbreytin
Bóltbreytin bjóðar eitt breitt úrval av ítróttargreinum við spølum, har ágrýtni og vilji eru í miðdepli.
Við okkara nútímans innandurða Marghøll, kanst tú spæla bóltspøl alt árið, uttan mun til veðrið. Okkara uttandurða vøllur á Vágseiði geva harumframt góðar møguleikar fyri bóltspølum í natúruligu umhvørvi, og á somu staðseting liggur hondbóltshøllin.
Undirvísingin á Bóltbreytini verður skipað undir leiðslu av Halltóru Joensen, sum við sínum royndum tryggjar eina gjølla venjing. Dentur verður lagdur á ítróttargreinar, ið næmingarnir hava størst áhuga fyri, tað merkir, er meirilutin fyri fótbólt, verður henda ítróttagrein mest umboðað, tó verða onnur bóltspøl eisini roynd.
Harumframt er góður møguleiki fyri eyka venjing um kvøldið, har tú kanst luttaka við teimum lokalu ítróttarfeløgunum, innan fót-, hond- ella flogbólt, alt eftir tínum áhugamálum og tørvi.