Svimjibreytin

 
P1400090.jpg
 

Um svimjibreytina

Svimjibreytin á Ítróttaháskúlanum er ein einstandandi møguleiki at venja og gerast betri svimjari í besta umhvørvið í landinum.

Venjingin verður skipað undir leiðslu av Jón Bjarnasyni, sum er fremsti svimjivenjari í landinum og einasti svimjivenjari í Føroyum, sum hevur vant svimjara, sum hevur kappast við Olympisku leikir. Karmarnir fyri svimjing verða ikki betur, enn teir eru í Páls Høll, fyrsta og einasta 50 m svimjihyli í landinum. Í Páls Høll er eisini venjingarmiðstøð og vælverudepil.

 

Venjing

Á svimjibreytini fáa næmingarir nágreiðiliga undirvísing í svimjiteknikki og hollar royndir á vatninum við svimjivenjing fim ferðir um vkikuna. Støði verður tikið í tí einstaka; um enn tað er á byrjunarstøði ella kappingarstøði. Her fáa næmingarnir møguleika at menna sínar svimjiførleikar soleiðis, at tey kunnu røkka nýgg persónlig mál og betra persónligu tíðir.

Fjant og hugni

Við síðuna av svimjingini verður eisini givið pláss til spøl og stuttligar kappingar av ymiskum slagi. Harumframt kunnu næmingarnir eisini slappa av og hugna sær í hitapottunum og hitarúmi eftir venjing.

Styrkivenjing

Umframt at næmingarnir fáa nógvar tímar á vatninum at venja kondi og teknikk, so verður eisini vant stykivenjing í venjingarhølinum hjá Yndi í Pálshøll. Har verður dentur lagdur á specifikka styrkivenjing við atliti til svimjing.