Venjingarbreytin

 
 
 

Um venjingarbreytina

Venjingarbreytin er ætla teimum, ið ynskja at koma í form ella betra formin so ella so. Venjingarbreytin kann eisini brúkast sum fyrireiking til eitt hvørt, ið tú ætlar tær at røkka t.d politiroynd oa annað. Øssur Debes Eiriksfoss skipar breytina og er breytin ætla øllum.

 
 

Jim

Jim er okkara ráa heimagjørda venjingarhøli. Her er einki polerað fjas ella stereliseraðar maskinur, men dentur lagdur á funktionella og specifikka venjing við atliti til tær ítróttagreinar ein vil mennast í. Hølið var upprunaliga eitt uppihaldsrúm fylt við ruski og burturkasti, sum næmingarnir saman ruddaðu út og vaskaðu. Síðani vórðu venjingartól og -útgerð bygd og hølið varð møpilerað við alskyns venjingarinnbúgvi. Nú eru venjingarmøguleikarnir endaleysir við alt frá cross fit til klintrivenjing.

Kappingar og testir

Kappingar og testir eru gerandiskostur á venjingarbreytini. Tá verður kappast bæði sum einstaklingur og í bólki. Oftast eru kappingar ein blanding av tí ráa og tí snilda, og næmingar kappast mest av øllum ímóti sær sjálvum.